Áhugaverd støð:
Tráðbanin á Eiðinum í Vági
Elverkið í Botni
Beinisvørð
Lopranseiði
Eggjarnar, Loranstøðin
Tingstaðurin í Øravík
Fyrsta føroyska flaggið í Fámjin
Stabbasteinar í Hovi og Froðba
Kolaminurnar í Hvalba
Borgarknappur
Søvn í Suðuroynni »
Eldri tíðindi 2008 » |
Pál Joensen ársins ítróttarnavn 2008
 Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin.
Aftur í ár gjørdist tað ungi suðringurin Pál Joensen úr Vági, sum vann heiðurin hjá Kringvarpinum "Ársins ítróttarnavn". Hetta varð avdúkað í sendingini Stjørnuskot, har ymiskt undirhald var á skránni. Ein heiðursløn var latin besta ítróttarfólki okkara og ein heiðurløn var latin besta tónleikanavni okkara. Tað gjørdist tónleikabólkurin Týr, sum fekk heiðurin innan tónleik. Pál hevur havt fleiri framúrskarandi úrslit frá svimjikappingum úti í Europa og her heima. M.a. vann hann 3 gullheiðursmerki til EJM í Beograd, gjørdist danmarksmeistari til DM í Kolding og gjørdist nr. 5 til EM fyri vaksin í kappingini 1500 m frí samstundis sum hann betraði tíðina hjá sær við nærum 10 sekundum.
Les meira.
|
Kort av Suðuroy:

Hendan myndin av Suðuroy er lánt frá Wikipedia
Endamálið við heimasíðuni
Meiningin við hesi heimasíðu er at skriva so breitt sum møguligt um Suðuroynna, savna øll søvn og allar kirkjur í Suðuroynni á einari heimasíðu. Málbólkurin er ferðafólk, sum møguliga kundu hugsa sær at komi til Suðriar. Heimasíðan skal sjálvandi eisini vera á enskum og donskum. Ætlanin er at vísa til aðrar heimasíður sum hava viðkomandi tilfar um Suðuroynna og um fólk og náttúruna her. Suðuroyggin hevur sera nógv at bjóða uppá. Vit skulu bara duga betri at selja okkum sum eitt spennandi ferðamál.
Tíðindi úr Suðuroynni eru at finna á Suðuroyarportalinum www.sudurras.fo sum verður dagførdur hvønn dag. Hendan heimasíðan er ikki ein tíðindaportalur. |