Kunning um bygdirnar í Suðuroy

 

Vágur. Mynd: Eileen Sandá

Porkeri. Mynd: Erik Christensen.

Áhugaverd støð:

 

 

 

Tráðbanin á Eiðinum í Vági

 

Elverkið í Botni - fyrsta vatnorkuverk í danska kongaríkinum.

 

Eggjarnar, Loranstøðin

 

Kasparsholan, Sumba

 

Beinisvørð

 

Lopranseiði

 

Tingstaðurin í Øravík

 

Fyrsta føroyska flaggið í Fámjin

 

Stabbasteinar í Hovi og Froðba

 

Kolaminurnar í Hvalba

 

Borgarknappur

 

Hvannhagi

 

 

Kirkjur í Suðuroy »

 

Sumbiar kirkja

 

Vágs Kirkja

 

Porkeris Kirkja (flagtekju)

 

Hovs Kirkja (flagtekju)

 

Fámjins Kirkja (flaggið)

 

Tvøroyrar Kirkja

 

Hvalbiar Kirkja

 

Sandvíkar Kirkja

 

Kirkjan á Leiti við Lopra, sum er bygt saman við skúlanum.

 

 

Søvn í Suðri » 

 

Ruth Smith Savnið, Vágur

 

Gallarí Oyggin, Tvøroyri

 

Sjóð- og Bygdasavnið, Tvøroyri

 

Bygdasavnið í Porkeri

 

Sjósavnið í Stóra Pakkhúsi, Vágur

 

Húsið uttan ánna í Sandvík

 

 

Myndasavn »

 

 

 

Bygdirnar

 

Sumba og Akraberg »

Akraberg er sunnast í Føroyum, har er sera vøkur náttúra og ein viti. Ongin býr fast í Akrabergi. Í Sumba búðu 248 fólk 1. januar 2008. Kenda skaldið Poul F. Joensen var úr Sumba.

 

Beinisvørð er næsthægsta berg í Føroyum, bara Enniberg er hægri. Beinisvørð er 469 m høgt og eitt sera vakurt stað.

 

Les meira.

 

 

 

 

Lopra »

1. apríl 2008 búðu 101 fólk í Lopra. Sumbiartunnilin er ímillum Lopra og Sumba. Tað eru uml. 5 km frá Lopra til Vágs. Einaferð mitt í farnu øld var ein hvalastøð í Lopra. Vinnulívsmaðurin Jákup í Lopra er lopransmaður, tó er hann føddur og uppvaksin í Sumba. Bygdahús er í Lopra. 4 raðhús/íbúðir eru uppi í Dalinum í Lopra. Kunningarstovan í Vági leigar tey út. Einaferð í 90'unum varð borðað eftir olju í Lopra, oljan bleiv tó ikki funnin. Lopranseiði er ein náttúrperla, sum liggur ikki so langt frá Lopra. Gakk fyrst til Ónavík, sum er á veg til Vágs, men ikki so langt frá Lopra. Gakk so beint vestureftir, so kemur tú til Lopranseiði, har tú hevur fantastiskt útsýni móti Lopranshólmi, Beinisvørð og Skúvanesi. Vegur er ikki til Lopranseiði, men tað er ikki langt at ganga.

 

 

Víkarbyrgi »

 

 

 

Akrar »

28 fólk búðu á Økrum 1. apríl 2008. Akrar er tætt við Lopra. Táttayrkjarin Poul Johannes Midjord (1823-1908) var av Økrum. Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum og núverandi (juni 2008) løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin er ættaður av og býr á Økrum.

 

 

Vágur »

Vágur er næststørsta bygd í Suðuroy. Í Vági búðu 1422 fólk 1. juni 2008.

 

Svimjarin Pál Joensen, sum er europameistari í svimjing fyri juniorar í 400, 800 og 1500 frí, er vágbingur. Les um Pál aðrastaðnis her á heimasíðuni.

 

Les meira um Vágsbygd og vágbingar seinni.

 

 

 

Porkeri »

Í Porkeri búðu 342 fólk 1. apríl 2008. Eitt bygdasavn er í Porkeri í Gamla Skúla, sum varð bygdur 1888. Nýggjur skúli var bygdur og tikin í nýtslu 1984. Skúlin er sermerktur og hevur flagtekju. Fimleikahøll er í skúlanum. Stórá rennur oman gjøgnum bygdina. Skipararekkjan er ein gøta við húsum sum standa í eini røð og øll eru nærum eins, tey hava kvist. Nógvir skiparir búðu í Porkeri fyrr, fleiri teirra bygdu hesi hús sum nú nú verða rópt Skipararekkjan. Gøtan hevur fingið navnið Skiparagøta. Nógvir porkeningar hava seyð. Fleiri ferðir hava seyðir úr Porkeri verið nevndir í bløðunum, tí teir hava vigað sera nógv, tá teir vóru flettir. Porkenningar eiga nógva jørð, heilt til ánna í Hovi. Miðnámsskúlin í Suðuroynni, sum verður tikin í brúk umleið 1. januar 2009, er bygdur í porkerishaganum tætt við bygdina Hov. Tó verður sagt, at miðnámsskúlin er í Hovi. Porkeris kirkja er bygd 1847. Hon er svørt og hevur flagtekju. Kirkjan er ikki málað innan. Í Porkeri er eitt grótbrot, sum er kent fyri serliga gott grót. Fleiri porkeningar hava sitið í Løgtinginum, nevnast kunnu Johan H. Danbjørg (f.1896, d. 1968), Hilmar Bech (f. 1933) og Mikkjal Sørensen (f. 1956), sum allir umboðaðu/umboða Javnarðarflokkin.  

 

 

Hov »

Í Hovi búðu 118 fólk 1. juni 2008. Hov er elligomul bygd, kend frá føroyingasøgu. Høvdingurin Havgrímur búði í Hovi.

 

Í nýggjari tíð er nakað heilt nýtt hent fyri Hovsbygd, miðnámsskúlin í Suðuroy er nevniliga bygdur har. Kirkja og skúli eru í Hovi. Ein á er markið millum Hov og Porkeri.

 

Les meira um Hov seinni.

 

 

 

Øravík »

Í Øravík búðu 39 fólk 1. juni 2008. Í gomlum døgum var ein tingstaður í Øravík, staði nevnist Uppi millum Stovur. Jón Fossá skrivar um søgnina um klóku Marjun á heimasíðu síni, les meira á heimasíðu hansara faroeislands.dk.

 

 

 

Fámjin »

 

 

 

Trongisvágur og Tvøroyri »

 

 

Froðba »

 

 

Hvalba »

 

 

Sandvík »

 

 

Heimasíðan er í gerð, upprættað 7. juni.

 

Kort av Suðuroy:

 

 

Hendan myndin av Suðuroy er lánt frá Wikipedia

 

 

 

Endamálið við heimasíðuni

Hendan heimasíðan er í gerð. Meiningin er at skriva so breitt sum møguligt um Suðuroynna. Málbólkurin er ferðafólk, sum møguliga kundu hugsa sær at komi til Suðriar. Heimasíðan skal sjálvandi eisini vera á enskum og donskum. Ætlanin er at vísa til aðrar heimasíður sum hava viðkomandi tilfar um Suðuroynna og um fólk og náttúruna her. Suðuroyggin hevur sera nógv at bjóða uppá. Vit skulu bara duga betri at selja okkum sum eitt spennandi ferðamál.

 

 

 

 

suduroy.net © 2008 • Kunning til ferðafólk um Suðuroy • t-post: suduroy(at)suduroy.net • (at) = @