Kunning um Suđuroy - Pál ársins ítróttarnavn 2008

Hesa myndina av Pál hevur Bjarni Nygaard tikiđ, hon er at finna á Facebook bólkinum Suđuroyar Svimjifelag

Slóđir

 

Pál Joensen EJM »

 

SUSVIM vann Ćgir National »

 

Sřvn í Suđuroynni » 

 

Myndasavn »

 

Eldri tíđindi 2008»

Pál Joensen ársins ítróttarnavn 2008


Mynd: Álvur Haraldsen, Sosialurin.

Aftur í ár gjřrdist tađ ungi suđringurin Pál Joensen úr Vági, sum vann heiđurin hjá Kringvarpinum "Ársins ítróttarnavn". Hetta varđ avdúkađ í sendingini Stjřrnuskot, har ymiskt undirhald var á skránni. Ein heiđurslřn var latin besta ítróttarfólki okkara og ein heiđurlřn var latin besta tónleikanavni okkara. Tađ gjřrdist tónleikabólkurin Týr, sum fekk heiđurin innan tónleik. Pál hevur havt fleiri framúrskarandi úrslit frá svimjikappingum úti í Europa og her heima. M.a. vann hann 3 gullheiđursmerki til EJM í Beograd, gjřrdist danmarksmeistari til DM í Kolding og gjřrdist nr. 5 til EM fyri vaksin í kappingini 1500 m frí samstundis sum hann betrađi tíđina hjá sćr viđ nćrum 10 sekundum.
 

Pál heimsins skjótasti juniorur í 1500 frí
 
Pál setti 5 nýggj fřroysk met í EM 2008, 4 donsk junior met og hevđi eisini eina bestu junior tíđ í heiminum nakrantíđ. Eitt sera gott EM fyri Pál má sigast.

Pál Joensen: 51.82 í 100 frí - fřroyskt met
Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí - fřroyskt met og danskt juniormet
Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí - fřroyskt met og danskt juniormet
Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí - fřroyskt met og danskt juniormet
Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí - fřroyskt met, danskt juniormet, besta juniortíđ í heiminum nakrantíđ.
 
Kelda til omannevndu tíđir: Sřren Olsen frá "Fans of Pál Joensen" á Facebook. 

Nýggjársheilsan frá Jón Hestoy til Pál:

Í nýggjársbrćvinum frá formanninum í Svimjisambandi Fřroya er m.a. ein heilsan til Pál Joensen: “...Tađ er ikki sřrt viđ sorgblídni og stóltleika, iđ vit siga eitt tađ besta áriđ í fřroyska svimjing nakrantíđ farvćl. Vit fara at minnast 2008 sum áriđ har vit bćđi vóru til HM í Manchester, komu aftur frá EJM í Beograd viđ trimum gullheiđursmerkjum, fingiđ silvur til World Cup í Stockholm og endađi áriđ viđ góđum úrslitum til EM í stuttum hyli í Rijeka. Tađ var ein heđurligur endi tá Pál Joensen var valdur ársins ítróttarnavn í Kringvarpinum í gjár. Tillukku viđ tí!”

Kelda: www.ssf.fo

__________________________

 

suduroy.net © 2008 •  Kunning um Suđuroy