Tíðirnar í 400 frí
Gull: Pál Joensen: 3.51.44
Silvur: Alex di Giorgio: 3.51.55
Bronsa: Xavier Mohammed: 3.54.21
Útgreinaðar tíðir - trýst her.
Tíðirnar í 1500 frí
Gull: Pál Joensen: 15.18.37
Silvur: Krzysztof Pielowski: 15.24.63
Bronsa: Raoul Shaw: 15.25.02
Útgreinaðar tíðir viðvíkjandi 1500 frí, trýst her.
Tíðirnar í 800 frí
Gull: Pál Joensen, Føroyar: 7.56.90
Silvur: Raoul Shaw, Frakland: 8.02.70
Bronsa: Pavel Medvetskiy, Russland: 8.04.56
Meira nágreiniligar tíðir viðvíkjandi 800 frí, trýst her.
Slóðir
Pál ársins ítróttarnavn 2008
Susvim vann Ægir National 2008
|
Suðringur trífaldur evropameistari - EJM 2008 í Beograd
Vágbingurin Pál Joensen hevur vunnið gull til Føroya heili tríggjar ferðir í Beograd til junior europameistaraskapið í svimjing. Hann vann gull í teinunum 400 m frí, 1500 m frí og at enda eisini í 800 m frí. Tann fyrst kappingin, sum var 400 frí, hin 30. juli, var eisini tann mest spennandi. Pál svam við tíðini 3.51.44, meðan italiumaðurin Alex di Giorgio, sum vann silvur, bert var 11/100 sekund aftanfyri Pál, við tíðini 3.51.55.

Pál Joensen svimur í Tasmajdan Stadion í Beograd. Mynd: portal.fo
Ov lítla mótstøðu á 1500 frí teininum
31. juli svam Pál 1500 m frí teinin við tíðini 15.18.37, hann var heilt suverenur, heili 6 sekund frammanfyri nr. 2., sum var Krzysztof Pielowski úr Polandi, hann svam við tíðini 15.24.63. Bronsuvinnari gjørdist Raoul Shaw úr Fraklandi við tíðini 15.25.02, sí myndina niðanfyri. Fantastiskt Pál!
Aftaná medaljuhandanina tosaði Rás 2 við venjaran hjá Pál, Jón Bjarnason, sum fíltist á, at Pál fekk ov lítla mótstøðu. Og tá vóru teir sum vunnu gull, silvur og bronsu til heimsmeistarakappingina í Mexico í 2008 millum teir sum svumu ímóti Pál. Pál Joensen svimur sostatt skjótari enn heimsmeistarin í aldursbólkinum 17-18 ár. Næsta ár er Pál ov gamal til at svimja móti juniorum, tá fer hann at svimja móti teimum vaksnu og fær væntandi støtti mótstøðu tá. Pál er so ungur enn, og kann mennast nógv næstu árini. Vónirnar eru sera góðar til okkara unga svimjara úr Suðuroynni, sum dagliga venur við Susvim.

Merkið veittrar meðan fólk syngja tjóðsangin "Tú alfagra land mítt" á øðrum sinni, hesaferð við Merkinum í rættari stødd. Mynd: svoem.dk

Gullvinnarin Pál Joensen stendur millum polska Krzysztof Pielowski, silvurvinnara og franska Raoul Shaw, bronsuvinnara í 1500 frí. Mynd: portal.fo

Útvarpsmenninir hjá Rás2, Rókur og Jón Brian, gjørdu tað møguligt hjá okkum øllum at fylgja við í avrikunum hjá Pál Joensen og Kára á Høvdanum. Túsund takk fyri!!!
Pál vann trý europameistaraheiti til Føroyar
2. august 2008 svam Pál Joensen fyri 3. ferð og vann gull fyri triðju ferð á hesum sinni. Eins og tá hann svam 1500 frí var heldur ongin ivi hesaferð, um hvør fór at gerast vinnarin. Pál var klárt á odda. Hann vann við tíðini 7.56.90, nærum 6 sekund skjótari enn silvurvinnarin, Raoul Shaw, sum svam við tíðini 8.02.70. Hesaferð vóru bæði Pál sjálvur og venjari hansara Jón Bjarnason sera fegnir yvir tíðina.
Takk fyri tit á Rás2
Rás2 gjørdi nógv burturúr og sendi í fleiri tímar úr Beograd, teir sendu samrøður við Pál Joensen, familju og grannar hjá Pál, venjaran hjá Pál, gentu hansara, Maluna Bærentsen, borgmeistaran úr Vági, Dagfinn Olsen sum var staddur í Stóra Pakkhúsi í Vági og onnur. Øll her suðuri eru sera fegin um, at Rás2 gjørdi so nógv burturúr gullklumpi okkara.

Mynd av Pál Joensen við øllum gullmedaljunum. Myndin er frá portal.fo
Føroyar 6. besta landi í svimjing fyri juniorar 2008
Nú tá kappingin í Beograd er av, endaði Føroyar á einum sættaplássi við 3 gull heiðursmerkjum, Pál Joensen hevur vunnið tey øll trý. Plaseringin er henda:
Nr. Land Gull Silvur Bronsa
1. Bretland 10 5 3 2. Russland 6 7 11 3. Italia 4 8 3 4. Pólland 3 5 3 5. Serbia 3 1 0 6. FØROYAR 3 0 0 7. Týskland 2 4 5 8. Ungarn 2 1 1 9. Belgia 2 0 0 10. Frakland 1 4 4 11. Niðurlond 1 3 0 12. Slovenia 1 0 2 12. Ukraina 1 0 2 14. Spania 1 0 0 15. Grikkaland 0 1 1 16. Danmark 0 1 0 17. Kekkia 0 0 1 17. Ísrael 0 0 1 17. Rumenia 0 0 1 17. Turkaland 0 0 1
(Kelda: portal.fo)
Heilsan frá løgmanni til Pál Joensen
Portalurin skrivar, at løgmaður hevur sent heilsan til Pál Joensen, har hann kallar avrikið hjá Pál størsta bragd í føroyskari ítróttarsøgu. Yvirskiftin á Portalinum ljóðar: "Størsta ítróttaravrikið nakrantíð". Brot úr heilsanini frá Jóannes Ejdesgaard, løgmanni:
- Við tínum gullheiðursmerkjum hevur tú framt størsta føroyska ítróttaravrik nakrantíð. Eg vil somuleiðis ynskja venjara tínum Jón Bjarnasyni, felagi tínum Susvim og familjuni hjartaliga tillukku við tínum brøgdum í Beograd. Tú hevur prógvað, at við vilja og miðvísari venjing kunnu hægstu mál røkkast - eisini tá ein kemur úr einari lítlari tjóð sum Føroyum. Tú hevur prógvað, at eru vit miðvís og málrættað, so kunnu Føroyar eisini gerast miðdepil á ivaleyst øðrum økjum. Tú hevur við tínum bragdi givið Føroyum eina sterka altjóða umboðan. Tað takki eg landsins vegna fyri, sigur løgmaður, Jóannes Eidesgaard, millum annað í skrivinum.
(Sitat frá portal.fo 3. august 2008)
-------------------------
Herfrá verður eisini ynskt Pál Joensen hjartaliga tillukku við trýfalda europameistaraheitunum fyri juniorar, eitt satt bragd! Tú ert fantastiskur!!!
|