|
Pál Joensen er fyrsti føroyingur sum hevur svomið 100 m blandað undir eitt minutt
SUSVIM vann stórt í kappingini Ægir National 2008

Susvim, sum er svimjifelagið fyri allar svimjarar úr Suðuroynni, vann helmingin av øllum gullheiðursmerkjunum, sum vóru handaði til kappingina Ægir National, sum varð hildin í Klaksvík seinasta vikuskiftið. Susvim vann 21 av 43 gull, 15 silvur og 8 bronsuheiðursmerki og vann sostatt kappingina og 10.000 kr. Pál Joensen setti 3 nýggj føroysk met.
Leygardagin 29. november skipaði Svimjifelagið Ægir úr Klaksvík fyri einari sprintkapping. Kappingin bar heitið Ægir National. Har bar til at svimja allar sprint teinar á 50m og 100m. Kappingin var fyri bólk 1 & 2, samt junior og senior.
SUSVIM vísti aftur leygardagin sína styrki og gjørdist eisini samanlagdi vinnarin av Ægir National og var vinningurin 10.000 krónur. Pál trý nýggj føroysk met Trý nýggj føroysk met vórðu sett til kappingina. Pál Joensen setti tey øll.
50m firvald 0:25,83 100m firvald 0:56,52 100m blandað 0:58,89 og fyrsti føroyingur undir minuttin.
Leggjast kann afturat, at ársins svimjari hjá monnum, Pál Joensen vann allar 7 sprintirnar hann svam. Endaliga støðan til Ægir National gjørdist hendan: 1. Susvim: 21 Gull, 15 Silvur, 8 Bronsu. Íalt 44 heiðursmerkir 2. FS: 9 Gull, 13 Silvur, 6 Bronsu. Íalt 28 heiðursmerkir. 3. HS: 7 Gull, 6 Silvur, 10 Bronsu. Íalt 23 heiðursmerkir. 4. FLOT: 3 Gull, 4 Silvur, 5 Bronsu. Íalt 12 heiðursmerkir. 5. Ægir: 2 Gull, 3 Silvur, 9 Bronsu. Íalt 14 heiðursmerkir. 6. Reki: 1 Gull, 1 Silvur, 1 Bronsa. Íalt 3 heiðursmerkir.
Kelda: Susvim og Suðurrás.
Tíðindi úr Suðuroynni eru at finna á Suðuroyarportalinum www.sudurras.fo sum verður dagførdur hvønn dag. Hendan heimasíðan er ikki ein tíðindaportalur.
|