Áhugaverd støð:
Tráðbanin á Eiðinum í Vági
Elverkið í Botni
Eggjarnar, Loranstøðin
Kasparsholan, Sumba
Beinisvørð
Lopranseiði
Tingstaðurin í Øravík
Fyrsta føroyska flaggið í Fámjin
Stabbasteinar í Hovi og Froðba
Kolaminurnar í Hvalba
Borgarknappur
Hvannhagi
Ruth Smith Savnið, Vágur
Gallarí Oyggin, Tvøroyri
Sjóð- og Bygdasavnið, Tvøroyri
Bygdasavnið í Porkeri
Sjósavnið í Stóra Pakkhúsi, Vágur
Húsið uttan ánna í Sandvík
Umframt kirkjurnar sum eru nevndar høgrumegin er kirkjan á Leiti við Lopra, sum er bygt saman við skúlanum.
|
Kirkjur í Suðuroy
Kirkjan í Sandvík »
Kirkjan í Sandvík varð fyrst bygd í Froðba í 1840. Í 1856 varð hon flutt til nýggja búðplássið Tvøroyri. Men har var so nógvur fólkvøkstur, at kirkjan skjótt gjørdist ov lítil. Tvørámenn bygdu tí nýggja kirkju stutt eftir aldarskiftið, og sandvíkingar bóðu um at sleppa at keypa tað fyrru kirkjuna og fáa hana flutta til Sandvíkar (tá Hvalvík), tí tey høvdu onga kirkju og máttu ganga uppum fjall til Hvalbiar fyri at sleppa í kirkju. Ynski hjá sandvíkingum varð gingið á møti, og kirkjan bleiv flutt til Sandvíkar og vigd í 1908. Kirkjan stendur har enn. Sandvík kallaðist Hvalvík, tá tey fingu kirkjuna.
Kelda: Folkakirkjan.fo
Kirkjan í Hvalba »
Kirkjuráðsformaður í Hvalba er Maja Schrøter, tlf. 375206.
Kirkjan á Tvøroyri »
Tvøroyrar kirkja bleiv bygd 1905-1908. Upprunaliga var ætlanin at gera eina grótkirkju, men av ymiskum orsøkum bleiv tað avgjørt, at kirkjan skuldi verða av træ. Í mun til aðrar trækirkjur í Føroyum, so er hendan smíðja uttanlanda. Hon var smíðja í Noregi og síðan flutt til Tvøroyrar. Kirkjan varð vígd Kr. Himmalfarðardag í 1908 og fylti sostatt 100 ár í 2008. 100 ára dagurin varð hátíðarhildin 1. - 4 mai 2008, les skránna á Suðuroyarportalinum. Myndafrásøgn frá hátíðarhaldinum er at finna á Portal.fo.
Les meira um Tvøroyrar kirkju á folkakirkjan.fo ella í bókini "Yngru hválvkirkjurnar" eftir J.P. Gregoriussen.
Kirkjuráðsformaður: Elisa vid Reiðlið, 800 Tvøroyri, tlf. 371287
Kirkjan í Fámjin »
Fámjins Kirkja verður nógv vitja av ferðafólki, tí hon hevur nakað sum eingin onnur kirkja í Føroyum hevur, nevniliga fyrsta føroyska flaggið, Merkið, sum ein ungur famjiningur, Jens Olivur Lisberg, var við til at gera í apríl 1919. Flaggið veittraði fyrstu ferð í Fámjin 22. juni 1919. Kirkjan í Fámjin er bygd í 1875 og tikin í nýtslu í februar 1876. Kirkjan er 22x11½ alin til støddar. Kirkjan er úr gróti og veggirnir eru dupult lagaðir. Kirkjan er takt við fløgugróti. Á torninum er høgt spír. Í 1952, tá fámjiningar umvældu kirkjuna, funnu teir eina fjøl undir prædikustólinum, har nøvnini á teimum sum bygdu kirkjuna, vóru rist í. Kirkjuráðsformaður í Fámjin er Kirstin Ellendersen, tlf. 371360.
Les meira á folkakirkjan.fo ella í bókini Eldru Hválvkirkjurnar eftir J.P. Gregoriussen.
Kirkjan í Hovi »
Kirkjan í Hovi stóð upprunaliga á Kirkjukletti í Vági, hon varð bygd í Vági í 1853. Í 1914 kom fyrispurningur til kirkjuráðið í Vági frá Færø Amt og Provsti, um vágbingar vildu lata hovbingar fáa gomlu kirkjuna fyri einki, tá nýggj kirkja fór at verða bygd og tikin í brúk í Vági. Hetta játtaði kirkjuráðið í Vági, men tað vardi 25 ár, áðrenn nýgga kirkjan í Vági bleiv veruleiki, nýggja kirkjan í Vági varð vígd 19. februar 1939. Tá kundi kirkjan sum stóð á Kirkjukletti takast niður og flytast til Hovs. Bretti fyri bretti varð hon tikin niður og flutt til Hovs við skipi. Kirkjan í Hovi var vígd 14. februar 1943.
Les meira á folkakirkjan.fo ella í bókini Eldru Hválvkirkjurnar eftir J.P. Gregoriussen.
Formaður í Kirkjuráðnum er Delmar Tausen, tlf. 373804.
Kirkjan í Porkeri »
Porkeris Kirkja er bygd í 1847. Har stóð ein onnur kirkja frammanundan, men hon var í ringum standi og varð tikin niður. Tríggjar bygdir vóru felags um at byggja kirkjuna, tað vóru bygdirnar Porkeri, Nes og Hov. Kirkjan hevur flagtak og er ein trækirkja. Kirkjugarður er rundan um kirkjuna. Hilmar Bech er formaður í kirkjuráðnum, hann hevur tlf. 373185.
Les meira á folkakirkjan.fo ella í bókini Gomlu Trækirkjurnar eftir J.P. Gregoriussen.
Kirkjan í Vági »
Núverandi kirkjan í Vági tók drúgva tíð at byggja. Kirkjuráðið í Vági avgjørdi longu í 1913 at kanna prísir o.a., arkitektakappingar vóru hildnar fleiri ferðir, í 1927 legði Jákup Dahl, próvstur, grundarsteinin, men kirkjan var ikki liðugt bygd og vígd fyrr enn 19. februar 1939. Sofus Johan Hofgaard, arkitektur av Tvøroyri, hevur teknað Vágs Kirkju. Kirkjan undan hesi, var tann sum í dag stendur í Hovi. Hon varð bygd á Kirkjukletti 1853, tað er har sum gamli kirkjugarðurin er, beint við prestagarðin í Vági, men næstan heilt niðri í mølini. Tað var vanligt fyrr, at fólk lovaðu olmussu til Vágs Kirkju, antin tí fólk vóru bjargaði úr neyð ella av øðrum orsøkum. Hetta kemur eisini fram í Grindavísuni í 22. ørindi: “Jesus give, hun måtte dø, og Gud beskære os lykke; til kirken i Våg på Suderø jeg skænker et altersmykke!” Jákup Dahl greiðir frá søgnini, sum hann hevur hoyrt hana:
Ein múgvandi einkja í Noregi, sum hevði mist mann sín á sjónum, gav eina kirkju í olmussu. Hon læt allan stórviðin gera til, bant hann saman og slepti honum út á sjógv, og hon legði tað lyftið á, at har sum henda kirkja rak á landi, har skuldu tey eiga hana. Kirkjan rak til Føroya. Kirkjan kom so rekandi inn á Vágsfjørð, og rak sjálv á land á tí staði, sum síðan kallast á Kirkjukletti. Kelda: faroestamps.fo
Les meira á folkakirkjan.fo ella einari av hesum bókum: "Kirkjurnar í Vági" eftir Magnus Hansen ella "Nýggjaru Kirkjurnar" eftir J.P. Gregoriussen.
Formaður í kirkjuráðnum er Kitty Leo, tlf. 373062. Prestur í Suðuroyar Syðru Sýslu er Patrick de Neergaard, tlf. 373023, t-post: pdeneergaard(at)hotmail.com (at) merkir @
Kirkjan/skúlin á Leiti »
Tá skúlin á Leiti varð bygdur í 1957, varð samstundis gjørt eitt kirkjurúm og bygt saman við skúlan. Bygningurin er av betong, hann er málaður gulur og hevur reytt tak. Ein harmonikuhurð skilur kirkjurúmið frá skúlastovuni.
Kelda: folkakirkjan.fo
Kirkjuráðsformaður: Heidi Lisberg, 927 Akrar, tlf. 373794
Kirkjan í Sumba »
Sumbiar kirkja varð vígd 19. juni 1887. Kirkjan er 27 x 13 alin, av fyrstan tíð var hon tekt við nævur og flag, meðan tornið var tekt við skifuri, men seinni varð skift til asbest tak.
Les meira um Sumbiar Kirkju á folkakirkjan.fo ella í bókini "Yngru Hválvkirkjurnar" eftir J. P. Gregoriussen.
|
Myndir av kirkjum í Suðri
|

Sandvíkar Kirkja, 1908. (Froðba 1840)
|
|

Hvalbiar Kirkja, 1935 |
|

Tvøroyrar Kirkja, 1908
|
|

Fámjins Kirkja, 1876
|
|

Hovs Kirkja, 1943
(á Kirkjukletti í Vági 1853)
|
|

Porkeris Kirkja, 1847
|
|

Vágs Kirkja, vígd 1939
|
|

Kirkjan/skúlin á Leiti, 1957
|
|

Sumbiar Kirkja, vígd 1887
| |