Áhugaverd støð:
Tráðbanin á Eiðinum í Vági
Elektrisitetverkið í Botni
Sumbiar kirkja
Vágs Kirkja
Porkeris Kirkja (flagtekju)
Hovs Kirkja (flagtekju)
Fámjins Kirkja (flaggið)
Tvøroyrar Kirkja
Hvalbiar Kirkja
Sandvíkar Kirkja
Kirkjan á Leiti, millum Lopra og Akrar.
Hetta er ein kunnandi heimasíða um Suðuroy.
Víst verður annars til heimasíðuna hjá Kunningarstovunum í Suðuroy www.visitsuduroy.fo og aðrar viðkomandi heimasíður, sí eisini "Slóðir".
Viðvíkjandi tíðindaportali úr Suðuroynni verður víst til Suðuroyarportalin www.sudurras.com
|
Um bygdasøvn og listasøvn í Suðri
Palle Julsgart eigur og rekur Gallarí Oynna á Tvøroyri. Gallaríið hevur ofta listaframsýningar við málningum av ymiskum listarfólkum. Harumframt hanga málningar hjá Palla Julsgart eisini í gallarínum. Uttanfyri listasavnið er sera vakur havi við nógvum ymiskum plantum. Har eru fleiri standmyndir í havanum. Eisini á parkeringsøkinum yvirav listasavninum, har sum Tangabúðin er eru standmyndir/skulpturar sum Palli Julsgart hevur gjørt. Gallarí Oyggin hevur telefon 371669.
Ruth Smith Savnið (listasavn) er á Vágsvegi 101 í Vági í Gamla Skúla, sum er gult og brúnt hús. Har eru málningar og tekningar eftir Ruth Smith, sum var ættað úr Vági. Savnið hevur ikki fastar upplatingartíðir. Ring til Kunningarstovuna í Vági á tlf. 374342 og hoyr nærri.
Porkeris Fornminnafelag bleiv stovnað 1. apríl 1996. Fornminnafelagið setti síðan á stovn Porkeris Bygdarsavn, har fólk kunnu síggja ymiskt áhugavert frá gamlari tíð. Um summarið er opið sunnudagar kl. 14-17. Aðrar tíðir ber til at gera avtalu um at síggja savnið við at ringja til Torgir Strøm á telefon 373176.
Sjósavnið í Stóra Pakkhúsi í Vági »
Sjósavnið í Vági hevur ikki fastar upplatingartíðir. Set teg í samband við Kunningarstovuna í Vági, um tú ynskir at vitja Sjósavnið.
Sjó- og Bygdasavnið á Tvøroyri »
Ring til Kunningarstovuna á Tvøroyri á telefon 372480 og hoyr nærri.
Bóndahúsið uttan ánna í Sandvík »
Ring til Kunningarstovuna á Tvøroyri á telefon 372480 og hoyr nærri.
Savnið og Fiskastovan á Mýri í Hovi »
The local Museum, Art & Community Centre, Hov, Suðuroy.
Tlf. +298 224751 ella 373862
|
Standmyndir/skulpturar

Hendan standmyndin eftir myndahøggaran Palla Julsgart er gjørd úr stabbagróti úr Froðba og kopari. Heitið á standmyndini er "Frælsi". Tú finnur hesa og aðrar standmyndir yvirav Gallarí Oynni á Tvøroyri, beint uttanfyri Tangabúðina.
|