Kunning um Suðuroy - Elverkið í Botni

Elverkið í Botni - Fyrsta vatnorkuverk í Føroyum

Poul Andreasen hevur skrivað og útgivið ein bókling um søguna hjá elverkinum í Botni. Bóklingurin ber heitið "Elektrisitetsverkið í Botni - Elektrisitet í 75 ár". Bókin kom út í 1996 á 75 ára degnum. Elektisitetsverkið varð tikið í nýtslu 18. juli 1921 og tá var stórt hátíðarhald í skúlanum á Oyralagnum í Vági (Gamla Skúla), ljósfest nevndu fólk hesa veitslu. Tað sum verður skrivað her, er grundað á hendan bókling. 

Kommunan nevndist sóknarstýrið tá í tíðini. Í 1918 var val til sóknarstýrið í Vági og hesir vóru valdir: Petur Dahl, sum varð valdur til formann, Magnus Dahl, Johan Nolsøe, Johan Mortensen og Jaspur A. Hjelm. Allir vóru nývaldir uttan Jaspur Hjelm. Petur Dahl og Magnus Dahl høvdu tó verið í sóknarstýrinum fyrr. Fyrstu ferð elektrisitetsmálið kom fyri á fundi í sóknarstýrinum var hin 12. mai 1919. Haakon Blaauw, verkfrøðingur úr Bergen, var, saman við øðrum úr Noregi, í Føroyum og gjørdi uppmátingar av áum og vøtnum í Føroyum. Sóknarstýrið ynskti, at hesir menn skuldu fáast suður til Vágs at gera kanningar eisini. Sóknarstýrið sendi umsókn til Landsstýrið um lán á 300 til 400.000 kr. Hetta bleiv játtað. Vágs Sóknarstýrið var væl fyri júst tá, tað vóru góðar tíðir. Nógv fólk ivaðust í, um hetta var ein skilagóð ætlan, men sóknarstýrislimirnir, serliga Petur á Gørðunum (sambært Poul Andreasen) dugdi væl at tosa fyri hesi stórætlan. Fyrimunir sum fólk fóru at merkja vóru m.a. at tey kundu sleppa undan torvarbeiði, útróðrarbátar kundu verða hivaðir heim á Eiðið við elektrisitet, meðan útróðrarmenninir móðir og troyttir kundu sita í vogninum á rennistronginum úr Múlagjógv heim á Eiðið. Sum frá leið tóku flestu vágbingar undir við ætlanini.

Arbeiði byrjaði seint í 1919, og tað gekk skjótt fyri seg. Anlægskompagniet úr Bergen stóð fyri arbeiðnum við Haakon Blaauw á odda. Afturat sær hevði hann Platov, verkfrøðing, Dale, verkfrøðing umframt installatørar og montørar. Ein av teimum var Lindahl, sum giftist við vágskonu.

Nærum alt tilfarið var flutt til Botn frá Eiðinum í Vági. Rørini vóru sleipað av Eiðinum og norður um fjallið. Segldúkur varð settur fyri endarnar. Skinnarar vóru lagdir niðan gjøgnum hagan við einum spæli í erva. Sjálv støðin varð bygd niðri í Botni, har vóru settar upp tvær turbinur á 400 HK hvør. Tær koyrdu 1000 snúningar um minuttin og vóru mettar at geva 400 HK við eini fallhædd uppá 206 metrar. Vatnið til elektrisitetsverkið í Botni kom frá trimum vøtnum: Ryskivatn, sum er 0,1 kvm og 241 m yvir havinum, Miðvatn, sum er umleið 0,09 kvm og er 343 m yvir havinum og Vatnið í Tindalíð, sum eisini verður rópt Ovastavatn, tað er umleið 0,04 kvm og 361 m yvir havinum. Byrging var bygd við Ryskivatn, hon var 2 m høg men kundi lættliga hækkast.

Húsini í Botni og starvsfólk

Húsini í Botni vóru bygd samstundis sum elektrisitetsverkið. Har vóru tvær íbúðir, ein í neðra og ein í erva. Har búðu nógv fólk í húsinum eisini børn. Fyrsti maskinmeistarin í Botni var Christian Thomsen úr Noregi. Hann kom til Føroya fyri at arbeiða á hvalastøðini í Lopra, har hann arbeiddi í nógv ár. Hesin maður flutti til Botn at búgva við konuni (systir Akra-Petur), Anna Elisabeth Midjord av Økrum, og átta børnum. Tað yngsta barnið, Astrid, varð fødd í Botni. Børnini hjá teimum vóru (raðfylgjan tilvildarlig): Arne, Harry, Håkun, Kristian, Petur, Nora, Hjørdis, Jenny og Astrid. Skúli varð hildin í Botni, tá børn búðu har. Johan á Høgugeil og Hans David Petersen í Garðinum í Vági undirvístu børnunum. Thomsen røkti starvið til 1944, tá bleiv Petur Bertholdsen, sonur hansara, maskinmeistari í Botni og røkti tað starvið til 1950. Tá var danin Gustav Kaiser settur í starvið, hann hevði konu úr Skúgvi. Hann starvaðist og búði í Botni í trý ár. Í 1953 fekk Arne Poulsen starvið sum maskinmeistari í Botni. Hann var giftur við Hjørdis, f. Bech úr Porkeri. Arne hevði arbeitt nógv ár hjá Argja Palla (Palli Mortensen). Arne Poulsen doyði í 1980, tá varð Sjúrður Magnussen settur í starv í Botni og arbeiddi har til 1984, sama ár sum verkið á Oyrunum fór í gongd. Afturat maskinmeistarunum í Botni vóru hjálparmenn. Tað fyrsta árið var Niels Petur Midjord, nevndur Akra-Petur, hjálparmaður. Fyrsta barnið hjá honum og konuni Jacobinu er føtt í Botni, tað var ein dóttir, Mimmy. Eftir hann kom Johan Djurhuus á Høgugeil í Sumba. Hann búði í Botni til 1950, tá hann flutti til Sumbiar aftur at búgva. Johan á Høgugeil hevur yrkt nógv, serliga vísur og tættir, mest á donskum. Hann fór serliga at yrkja eftir at hann flutti til Botn at búgva. Sum ungur fekst hann eisini við at skriva upp kvæði og vísur. Tá Johan legði frá sær í 1950, fekk sonur hansara, Martin Djurhuus, starvið sum hjálparmaður í Botni og røkti tað líka til 1980. Petur Bertholdsen, sonur Christian Thomsen, kom longu í 1924 í starv sum hjálparmaður í Botni. Hann arbeiddi har til 1930, tá hann flutti til Vágs at búgva. Hann og konan Johanna giftust í 1929 og brúdleypið varð hildið í Botni. Fyrsta barn teirra, John, var føddur í Botni. Frá 1930 til 1944 arbeiddi beiggi Petur, Kristian Bertholdsen, sum hjálparmaður í Botni. Frá 1943 til 1946 var Håkon Mikkelsen úr Vági í lærlingastarvi í Botni. Í 1946 kom Poul Midjord við Ósagarð í starv í Botni. Hann starvaðist har til hann knappliga doyði í 1956. Thomar Mortensen úr Trongisvági kom í starv í Botni í 1956 og starvaðist har til 1959, tá hann fekk starv á elektrisitetsverkinum í Trongisvági. Arne Mohr úr Vági kom í hansara stað. Arne hevði lært til motorpassara í Havn. Hann var giftur við Simonu f. Bech úr Porkeri. Arne Mohr var í Botni til 1984, tá ið nýggja verkið á Oyrunum í Vági varð sett til. Har var Arne til 1989, tá hann fór frá vegna aldur.

Elektrisitetsverkið gjørdist nógv dýrari enn ætlað av ymiskum orsøkum. Kostnaðurin endaði heilt uppi á umleið einari millión.

Tey fyrstu árini gav elverkið í Botni bara streym til Vágsbygd, men í 1928 fekk Tvøroyri eisini streym. Lopra fekk elektrisitet í 1935, tá Gudmund Mortensen av Tvøroyri, sum átti hvalastøðina í Lopra, sendi umsókn um at fáa elektrisitet til hvalastøðina. Nakrir týskir verkfrøðingar høvdu leigað hvalastøðina frá honum. Sóknarstýrið í Vági játtaði umsóknini og sostatt fekk Lopra elektrisitet í 1935. Porkeri fekk elektrisitet í 1953. Hinar bygdirnar í Suðuroy fingu háspenningslinjur lagdar í 1958 og frameftir, tær bygdirnar vóru: Sumba, Víkaryrgi, Akrar, Hov, Fámjin, Hvalba og Sandvík. Tó fingu Hvalbingar sítt egna motorelektrisitetverk í nakað fyrr, tað lýsti fyri fyrstu ferð á jólum 1951.

Kelda: Poul Andreasen "Elektrisitetsverkið í Botni", egið forlag, Tórshavn 1996.

Hædd verður tikin fyri møguligum misskiljingum í tekstinum omanfyri. Víst verður til omannevndu bók hjá Poul Andreasen, har stendur nógv áhugavert um starvsfólk og familjur teirra, um elektrikarar, lastbilaførarar, tekniskir upplýsingar, um kostnað og lántøku og mangt annað.

Hendan myndin er tikin á sumri 2008 av Elverkinum í Botni

Seyður og rætt í Botni, á sumri 2008. Myndir: Eileen Sandá.


Kunning um Suðuroy - suduroy(a)suduroy.net