Kunning um Suđuroy - Tráđbanin á Vágseiđi


Gomul mynd av tráđbananum, kelda: www.vagur.fo

Tráđbanin

Myndin omanfyri er av gamla tráđbananum vesturi á Vágseiđinum. Tráđbanin varđ gjřrdur í 1906, so vágbingar kundu draga bát úr Múlagjógv heim til neystini. Tráđbanin lćtti munandi um hjá útróđrarmonnum, sum róđu út frá Eiđinum í Vági. Hesin fyrsti tráđbanin varđ nýttur til 1930,tá ein nýggjur elekstriskur tráđbani varđ tikin í nýtslu.

Tráđbanin var lutvíst fíggjađur viđ brúksgjaldi og so figgjađi kommunan restina. Hvřrja ferđ ein bátur var flotađur, so skuldi 40 oyru latast til Eiđiskassan. Um tađ mundi, tá vágbingar fingu tráđbanan, róđu 22 bátar út av Eiđinum. 

Kelda: Poul Andreasen, bóklingurin "Vágs Kommuna 100 ár" sum eisini er at finna á alnótini: http://www.vagur.fo/Sites/18/Files/Faldarin%20V%C3%A1gs%20kommuna%20100%20%C3%A1r.pdf 

Tráđbanin er tikin niđur fyri langari tíđ síđan, men leivdirnar síggjast enn vesturi á Eiđinum. Betongstabbarnir sum bóru tráđbanan standa har enn.

Tráđbanin í Vági mundi gera sítt til, at vágbingar ynsktu at fáa elektrisitet og eisini blivu tey fyrstu í Fřroyum, sum fingu eitt vatnorkuverk, nevniliga elektrisitetsverkiđ í Botni, sum varđ tikiđ í brúk longu í 1921. Les um el-verkiđ í Botni her á heimasíđuni.

Í 1906, tá tráđbanin av fyrstan tíđ var tikin í brúk, var Vágs Kommuna ikki til. Vágur var partur av felagskommununi í Suđuroy. Suđuroyggin gjřdist ein kommuna, tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi í 1873. Tó fór Hvalbiar sókn burturúr longu í 1878, og Tvřroyrar kommuna fór burturúr felagskommununi áriđ eftir. Vágur tók seg burturúr Suđuroyar felagskommunu í 1907 og stovnađu Vágs Sóknar Kommunu. Tađ vóru sera góđar tíđir í Vági júst tá. Ein fólkateljing í 1911 vísti, at 777 fólk búđu í Vági. Í 1919 búđu 912 fólk í Vági.

Kelda: Poul Andreasen "Vágs Kommuna 100 ár".

 

Soleiđis síggja leivdirnar av tráđbananum út í dag vesturi á Vágseiđi.

Aftur til forsíđu